Ensku rósirnar
Ensku rósirnar snýr seg um fýra gentur, Amy, Nicole, Charlotte og Grace. Tær eru vinkonur og hava tað gott saman. Teimum dámar sera væl at dansa.
Tað er tó ein genta, sum teimum ikki dámar, og tað er Bina. Øll siga, hvussu vøkur og fyrimyndarlig hon er, og tað dámar teimum slett ikki. Tær eru øvundsjúkar inn á hana. Hetta ger, at Bina er nógv einsamøll og er ongantíð boðin við, tá vinkonurnar gera okkurt spennandi.
Ikki fyrr enn Nicole hevur pyjamasparty og mamma Nicole spyr genturnar, hví tær ongantíð bjóða Binu við, hendir nakað, sum broytir alt. Tær sleppa við álvuni at síggja, hvussu veruliga lívið hjá Binu er, og tá broyta tær sína hugsan um hana.
Tað er Madonna, sum hevur skrivað bókina. Hon hevur eisini skrivað eina aðra, sum eitur Peabody og súreplini. Madonna er eisini kend fyri at syngja og mála.
Bókin er væl egnað til 10-12 ár, men hevur ein góðan boðskap til øll.
Evni: Øvundsjúka, happing, útihýsan, sorg, vinkonur, rík og fátæk, at vera góður við hvønn annan.
Tað eru nógvar góðar og detaljeraðar myndir í bókini. Tekstur er á aðruhvørjari síðu. Bókin er løtt at lesa.
Lesiringurin við 4. flokki gevur bókini 4 stjørnur av 5