Rani - vár og vónir

22. apríl 2021

Rani - vár og vónir er framhald av bókini Rani - ein nýggj byrjan.
Rani hevur nú búð í Tórsvík í eina tíð. Honum dámar betur og betur, men skal taka eina tunga avgerð. Skal hann fara at spæla við Tórsvíksliðnum ella framvegis spæla við Fossáliðnum? Óansæð hvørja avgerð hann tekur, so kemur tað at kosta honum. 

Tað eru trupulleikar hjá nøkrum dreingjum í flokkinum, men Rani vil onki siga fyri mammuni, tí hon er sosialráðgevari, og teir blanda seg altíð, tá okkurt er, sum ikki eigur at vera hjá børnum.

Tummas er ofta og vitjar tey, og hann og mamman gerast rættiliga væl, men hetta dámar Anju ikki. Hon roynir alt fyri at Tummas ikki skal koma á gátt.

Rani hevur ikki havt tað so gott við pápanum, síðani hann og mamman skiltust, men okkurt hendir, sum ger, at teir koma nærri hvørjum øðrum aftur.

Evnini eru: Nýggj byrjan, vónir, hjúnaskilnaður, saknur, vinir, rúsdrekka, trivnaður, skúli, fótbóltur, tannáringar og børn og foreldur.

Bókin hóskar seg væl til 9-12 ára gomul

Lesiringurin í 4. fl. hevur givið bókini 4 1/2 av 5 stjørnum

Bókin er 73 síður og 11 kapitlar. Hon er løtt og skjót at lesa.

Bókin er upprunaføroysk og givin út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2015.

Høvundur: Ingun Christensen

 

Bókin er løtt og skjót at lesa.