Eldur í!

22. apríl 2021

Eldur í! er um vinkonurnar Fríðu og Isabellu. 
Fríða og Isabella sníkja seg at roykja í Oyðigarðinum. Tá tær hoyra, at onkur er har, skunda tær sær at trampa sigarettirnar niður í grasið og renna avstað. Løtu seinni er eldur í.

Politiið ger kanningar á staðnum og finna eina beinagrind. Tá gerast tær bangnar, tí hvat nú, um tær eru orsøkin til eldin. Hvussu víðari gongur, eru tit noydd at lesa sjálvi!

Lesiringurin við 6. flokki um bókina: Bókin er løtt ella miðal at lesa. Hon er góð, óhugnalig og mega spennandi. Hon fær 5 stjørnur av 5

Bókin hóskar seg til 10-14 ára gomul

Bókin er 143 síður og 18 kapitlar og er løtt at lesa

Týtt til føroyskt: Jón Joensen 

Myndprýtt: Janus Guttesen

Upprunaheiti: Det brinner!

Upprunaforlag: Tidens Forlag, Stockholm 1999

Útgevari: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Høvundur: Laura Trenter, sum skrivar barnakrimi

Aðrar bøkur frá Laura Trenter: Myndabókin, Dagbókin, Testamentið, Hjálp! Ránsmenn!, Puman, Politiið og aðrar