Hjálp! Ránsmenn!
Hjálp! Ránsmenn! er um vinfólkini Jóhannu og Sebba.
Jóhanna og Sebbi hava spælt saman, síðani tey gingu í barnagarð. Tey ganga nú í skúla og spæla næstan líka nógv saman enn og fylgjast ofta heim úr skúla.
Ein dagin, tey eru á veg heim, skal Jóhanna ørindi á posthúsið. Meðan tey eru á posthúsinum, koma 2 ránsmenn inn við maskinbyrsum og hótta øll, sum eru inni. Teir sleppa til rýmingar, men Jóhanna og Sebbi hava sæð nakað, sum kann vera ein hjáp, so ránsmenninir kunnu finnast.
Sebbi og Jóhanna siga tó ikki alt fyri løgregluni, men seta sær fyri sjálvi at finna ránsmenninar. Hetta verður tó ikki so lætt, og tey verða avdúkað. Tíðin hjá teimum eftir ránið verður strævin og Sebbi svevur illa um næturnar og tað gerst ikki betri, tá hann illgrunar nøkur, hann kennir sera væl, og tá hann fleiri ferð sær ein mann standa uttanfyri vindeygað og hyggja inn í kamarið.
Bókin egnar seg væl til 10-13 ára gomul
Evni: Krimi, dirvi, ræðsla, sálarfrøðingar, vinir, forvitni, spæl o.a.
Bókin er býtt í kapitlar og hevur 136 síður. Hon er løtt at lesa
Týtt til føroyskt: Jón Joensen
Myndprýtt: Magnus Gaard/Janus Guttesen
Uppruni: Svenskt
Útgávuár: 2002
Høvundur: Laura Trenter