RANI - ein nýggj byrjan
Lesiringurin við 4. fl. ummælir bókina Rani - ein nýggj byrjan.
Rani er fluttur við mammu og systur síni úr býnum Fossá til bygdina Tórsvík, tí foreldrini eru skild. Tey eru flutt úr stóru húsunum í Fossá inn í eini pinkalítil gomul hús í Tórsvík.
Í fyrstani hevur Rani tað torført við at finna vinir og at trívast. Systirin er í tannárunum og hevur skift klædnastíl og útsjónd, síðani foreldrini skiltust.
Tummas, grannin í Tórsvík, er gamal drongur og hevur gott eyga á mammuni. Honum dámar væl reyðhærdar dámur, og mamma Rana hevur reytt hár.
Tað er ein avbjóðing fyri familjuna at flyta úr býnum til bygdina, og tað kann til tíðir vera rættiliga strævið hjá Rana.
Bókin viðger fleiri evni, sum dagsins børn kenna til og kunnu seta seg inn í
Evnisorð: nýggj byrjan, skilnaður, saknur, vinir, happing, rúsdrekka, trivnaður, skúli, fótbóltur, børn og foreldur.
Bókin er væl egnað til 9 - 12 ára gomul
Næmingarnir hava givið bókin 4,5 stjørnur av 5 møguligum
Bókin er 79 síður, er býtt í 13 kapitlar og er løtt at lesa.
Bókin er upprunaføroysk og givin út í 2014 av BFL
Høvundur er Ingun Christensen