Eg eri Malala
Malala Yousafzai, ungur bloggari frá Pakistan
Malala Yousafzai er fødd í Pakistan 12. juli í 1997. Malala hevur gingið í einum av skúlunum hjá pápa sínum, sum hóast hóttanir frá Talibanstýrinum, stovnaði skúlar fyri gentur.
Hvussu er tað at liva undir einum stýri, sum ikki vil geva kvinnum og gentum rætt til dreymar og útbúgving? Hvussu er tað at verða straffaður fyri sínar dreymar um útbúgving, og hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri Malalu og aðrar pakistanskar gentur?
Hvussu er tað at vera 12 ár og blíva skotin í høvdið, tí mann er ein hóttan ímóti einum harðrendum Talibanstýri? Hvussu kom Malala víðari við lívinum eftir hetta?
Bókin er rættiliga góð og upplýsandi um eina mentan, har ungar gentur ongi rættindi hava at útbúgva seg, men skulu goymast undir klæði.
Orðalisti um orð, sum hoyra til islam og pakistanskt stýri og mentan er aftast í bókini. Eisini er ein tíðarlinja fyri seinastu 70 árini í Pakistan.
Hetta er ein verulig, spennandi, upplýsandi og viðkomandi bók fyri tannáringar í Føroyum.
Bókin er løtt at lesa og er býtt í smáar kapitlar. Myndir av Malalu og familju hennara geva lesaranum kensluna av at vera til staðar í søguni.