Lat eisini meg
22. apríl 2021
Drós er 12 ár og gongur í 6. flokki.
Drós verður happað og kemur kedd heim hvønn dag. Tá hini stuttleika sær, verður hon ikki boðin við.
Drós følir seg kiksaða og hevur tað best saman við sínum djóravinum.
Drós fær eina nýggja byrjan, tá Rita byrjar í flokkinum. Hon verður boðin við til náttkjólaball hjá Jónu, men hetta endar tó alt í einum ruðuleika, og Drós rýmir.
Foreldur og næmingar hava kreppufund. Næmingarnir biðja Drós um umbering og lærarin sigur, at tey skulu skriva ein stíl um happing. Drós gerst aftur ein partur av flokkinum og ein glað genta.
Bókin er sera góð og lærurík. Hon er viðkomandi og vísir, hvat happing kann gera, og hvussu vit kunnu basa happing. Bókin er viðkomandi, tí hon gongur fyri seg í Føroyum.
Næmingar, foreldur og lærarar áttu at lisið bókina.