Spennandi bók
Hungursleikirnir fara fram einaferð í framtíðini í landinum Panem, har Norðuramerika einaferð var. Í Panem er glæsuligi býurin Capitol, umgyrdur av tólv fátækum sýslum. Stýrið í Capitol er harðrent og miskunnarleyst og heldur sýslunum niðri við at noyða tær allar at senda ein drong og eina gentu ímillum tólv og átjan ár til Hungursleikirnar, sum eru á hvørjum ári. Her skulu tey stríðast, til øll uttan ein liggja eftirá, og alt verður sent beinleiðis í sjónvarpi – í besta Big Brother stíli!
Sekstan ára gamla Katniss Everdeen sær tað sum ein deyðadóm, tá ið hon tekur plássið hjá yngru systrini í leikunum. Men Katniss hevur verið nær deyðanum fyrr og at stríðast fyri at yvirliva, er henni ikki fremmant.
Bókin er 374 blaðsíðir og Bergur Rasmussen týddi. Næsta bókin í røðini kemur í heyst.