Herviligi Henry

11. juni 2021

Samlað úrslit av barnavalinum 2015 í Fuglafirði, Klaksvík, Kollafirði, Runavík og Havn.

Valnevndin metir, at samlaða valluttøkan á hesum fyrsta barnavalinum var millum 25 og 30 % av øllum teimum, sum høvdu valrætt í valkommununum – t.e. ómyndug og yngri enn 13 ár. 1703 børn greiddu atkvøðu.

Greiður vinnari á øllum valstøðum gjørdist Herviligi Henry við tilsamans 346 atkvøðum. Honum á baki vóru Vampýrella (225 atkvøður) og Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl (215 atkvøður).