Nýtt heimsatlas útkomið

11. juni 2021

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar.

Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir, onnur fyri Føroyar og hin fyri umheimin, og síðan er yvirlit yvir heimsins fløgg.