Geva starum innivist

17. juni 2021

Í dag var flokslæraradagur. Tað vil siga, at flokslærarin hendan dagin fær møguleika, saman við einum øðrum lærarar, at leggja ein heilan dag saman við næmingunum til rættis. Í 4. flokki varð farið í smíðstovuna at gera starabúr. 

Børnini vóru so hugalig og arbeiðssom. Tey settu saman, límaðu og nelgdu. Onkur nagli fór skeivur, so bleiv hann tikin úr við klípitong, og nýggjur nagli nelgdur. Øll fingu hvør sítt starabúr heim við, og helst fer onkur at mála tað við onkrum vøkrum liti í summarfrítíðini.

Nú skulu tey finna eitt gott stað at seta búrið, og so er klárt hjá onkrum stara at flyta inn. Spennandi verður at fylgja við, um onkur reiðrast í búrinum komandi vár.