Stórtíðindi!

8. september 2021

Strok og Píka7 ókeypis!!

Sum nakað nýtt og slóðbrótandi hevur Bókadeildin gjørt avtalu við kommunur og skúlar kring landið, so goldið verður fyri hald til allar næmingar. Hetta merkir sostatt, at allir næmingar í 1. – 3. flokki fáa Píka7, og allir næmingar í 4. – 7. flokki fáa Strok ókeypis.

Bløðini eru viðkomandi og áhugaverd fyri okkara skúlanæmingar. Hetta er eitt gott høvi hjá flokkinum at lesa bløðini saman í tímanum og hervið eisini fáa møguleikan at tosa við sínar floksfelagar um innihaldið. Tað kann avgjørt eisini vera eitt gott høvi at tosa um innihaldið við systkin og foreldur heima við hús.

Hetta kann væl verða eitt munagott lesiátak!