Minst til súkkluhjálmin

13. september 2021

Tað hevur stóran týdning at minnast til at brúka hjálm. Tað mátti Karin ásanna, tá ið hon súkklaði út fyri ein bil. Tíbetur fekk Karin ikki rættiligt mein, hóast hon hevði gloymt hjálmin.

Men, sjálvt um onkur kanska hevur upplivað tað sama, sum Karin, so var hendan søgan ikki um nakran næming á Skúlatrøð - tíbetur.

Tað vóru Tóra og Jasmin úr 3. d, sum til morgunløtuna lósu søguna um Karina, og hon stendur í lesibókini. Tær lósu fyri næmingunum í 1. 2. og 3. flokki, og síðani varð tosað um, hvussu umráðandi tað er at hava hjálm.

Takk fyri løtuna, Tóra og Jasmin.

Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd stendur: Fyri at fyribyrgja ferðsluóhapp á súkklu eigur tú at:

  • Duga ferðslureglurnar
  • Tryggja tær, at súkklan er í góðum standi og hevur kravdu útgerðina
  • Síggjast í ferðsluni við lyktum, endurskini og at plasera teg rætt
  • Brúka hjálm 

Ja, súkklan er eitt bíligt, umhvørvisvinarligt og munadygt akfar hjá bæði børnum og vaksnum. Men á súkklu ert tú viðbreknari, tí tú fært ikki so væl vart teg.

So, lurta eftir Tóru og Jasmin: Brúka hjálm!