Kom inn og vitja 1. flokk

21. september 2021

Ljósið er dempað, friður er í floksstovuni og næmingarnir sita á serstøku beinkjunum. Teir bæði lurta og luttaka. 

Lærarar nýta vanliga ymiskar undirvísingarhættir, alt eftir, hvørjum teimum dámar at arbeiða við, hvat hóskar til næmingarnar og sjálva undirvísingarløtuna. Í 1. flokki nýta tey m.a. Súluna, sum er teldutøkt tilfar.

Tá ið næmingarnir byrja í 1. flokki, byrja tey í føroyskum m.a. við bókstavum og smáorðum. Nú tey longu hava gingið í skúla í nakrar vikur, eru tey komin til bókstavirnir s, t og st.

Í byrjanini arbeiða tey við einstøku bókstavunum – ein og ein. T.d. kann ein mynd uttan nakran tekst vera á vegginum. Prátað verður um hana og orð verða sett á. Fyri tað mesta eru tað orð við bókstavinum, tey arbeiða við.

Spurningurin í dag var, hvussu bókstavirnir s, t og st ljóða, og hvar í orðinum teir eru.

Tað er ein góð hjálp hjá næmingunum, at teir síggja myndir og ymiskan tekst á skíggjanum, meðan prátað verður. Tilber til at peika á ymiskt, sum tosað verður um og at skriva á talvuna. Eisini kann teksturin verða lisin upp, og sangirnir spældir. Bæði ljóð og sangir eru lagdir inn, so lætt at brúka tað.

Kom inn í floksstovuna á vitjan – ein góð løta saman við bókstavunum s, t og st.