Nú skulu fjøllini gangast - í hugaheiminum

6. oktober 2021

Morgunløtan er ein hugnaligur partur av skúladegnum, og ofta verður gjørt eitt sindur burtur úr løtuni. Í morgun var boð eftir Rúna og Bjarta úr 3. flokki, ið lósu søguna Á fjalli fyri næmingunum í 1. 2. og 3. flokki.

Tað ber í grundini til at fáa heystið og fjallgongu inn í hugaheimin, sjálvt um øll sita inni og lurta. So væl gekk tað hjá teimum at lesa. Stóra takk, Rúni og Bjarti, hetta er ein søga, sum hóskar væl til árstíðina, vit eru í beint nú.

Sum part av løtuni fingu næmingarnir eisini møguleikan at nerta og lukta til blástar bløðrur av seyði, sum fyrr var barnaleika. 

Saman við mynd upplesarunum og tekstinum Á fjalli eftir Jeffrei Henriksen ynskja vit øllum ein framhaldandi góðan heystardag.

Á fjalli

Í gjár vóru teir á fjalli fyri handan Dal.

Abbi, sum er seyðamaður, vakti okkum í lýsingini, og so fóru vit niðan á Dal. Tá ið vit komu oman Líðina við gonguni, mundu fleiri seyðir sloppið undir Hamrinum, men Jákup og Óli runnu fram um seyðirnar og fingu vent teimum. Eg skuldi fara við teimum, men eg gleið og datt so langur, sum eg var. Eg mundi dottið í eina djúpa grøv. Tað hevði verið verri. Men eg fekk ikki ilt; eg bara dálkaði meg eitt sindur.

Abbi fletti fýra lomb. Og lítli beiggi fekk allar bløðrurnar.