Heystið tað er júst nú komið

8. oktober 2021

So kom heystið og í dag byrjar heystfrítíðin. Hetta hevur eisini sett sín dám á undirvísingina hjá 2. flokki, sum tveir teir seinastu dagarnar í evning hava arbeitt við evninum heyst.

Í síðstu viku gjørdu tey fóðurkúlur við tálg og fuglafræ, og í dag hava tey millum annað arbeitt við bløðum, sum tey hava hentað og turkað. Nú hongur framsýning í floksstovuni. 

Áðrenn tú hyggur eftir myndunum úr 2. flokki, so er her ein sangur, sum eisini hevur við árstíðina at gera.

Tú ert vælkomin at týsta her og læra teg hann :) 

Her eru nakran myndir frá báðum evningtímunum.