Børn elska bókamerkir

11. november 2021

Børn elska bókamerkir

“Kann eg fáa eitt bókamerki?” Næmingurin stendur við víðopnum eygum og fær svarið. “Nei, tíverri, eiga vit ongi bókamerki í løtuni.”

Øll børn elska bókamerkir. Bókamerkið er ikki bara eitt pappírspetti, sum tú hevur í bókini. Bókamerkið leggur tú ímillum bókina, fyri at vita, hvar tú ert komin til, og eisini fyri at sleppa undan at oyðileggja hornini á blaðsíðuni.

Bókamerki kunnu eisini geva tær íblástur til aðrar bøkur, sum tú kanst fara at lesa í framtíðini. Umframt hetta, so kanst tú við okkara bókamerkjum eisini læra at endurgeva kendastu orðini hjá rithøvundum sum Malala Yousafzai, J.K. Rawling, Anne Frank og øðrum og hjá leiklutum í barnabókum, so sum Mumi, Pippi, Gummi Tarzan og øðrum. Hetta kann eisini gera, at tú verður forvitin og vilt lesa meira um hesi. Fleiri av hesum orðum eru gullkorn.  

Tá vit vita, hvussu nógv børn elska bókamerkir og hvønn týdning eitt bókamerki kann hava, so tóku vit hesa avbjóðing á okkum og gjørdu nøkur. Hetta er sera spennandi, so stuttligt verður at gera enn fleiri. Tú kanst síggja meir her