Aftur í skúla mánadagin!

12. november 2021

Eftir øðrvísi skúlagongd seinastu tríggjar vikurnar verður farið aftur í skúla mánadagin 15. november 2021. Næmingarnir fylgja vanligu tímatalvuni, hóast onkrar tillagingar verða gjørdar í skúladegnum. Mælt verður til flokseinsemi sum merkir, at vit ikki skipa fyri undirvísing og øðrum tiltøkum tvørtur um flokkar. Í ítrótti, vallærugreinum og Handaverki&list verða flokkarnir tí ikki blandaðir. Eisini verður morgunsangur og aðrar felags samlingar ikki fyribils.

Um næmingur fær staðfest Covid-19, skulu tit siga flokslæraranum frá og annars gera eftir tilmæli frá landslæknanum. Næmingar við sjúkeyðkennum verða bidnir um at halda seg heima.

Vit gleða okkum at síggja næmingarnar aftur!

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri