Sólarris - upplestur fyri børnum

19. november 2021

Norðurlendsk bókasavnsvika 2021

Í lýsingini í morgun var tann fyrsti 3. flokkur bjóðaður til upplestur á bókasavninum á Skúlatrøð. Fyri at halda tilmælið um flokseinsemi, var ein flokkur til upplestur ísenn. Hetta var ein stak hugnalig løta í lýsingini í morgun, aftaná eina myrka og stormfulla nátt.

Sólarris er afturvendandi lesitiltak í viku 46,  sum Norðurlendska bókmentavikan skipar fyri.

“Endamálið við Norðurlendsku bókmentavikuni er at breiða út kunnleikan um norðurlendskar bókmentir, at birta upp undir lesihugin og at fremja samhaldsfesti og samstarv á ein øðrvísi og spennandi hátt.”

Tað eru javngomul børn í øllum norðurlondum, sum hoyra somu søgu samstundis.

Evnið í ár er dreymar og longsil. Hóast børnini, sum lurta eftir somu søgu, eru úr ymsum londum, so eru kenslurnar tær somu og øll kunnu kenna hesar kenslur aftur.

Bókin til yngru lesararnar í ár er Perlufiskarin eftir finsku Karin Erlandson. Áðrenn søgan varð lisin upp, fingu næmingarnir eina innleiðing um perlur og hvussu perlur verða til á havsins botni.

Perlufiskarin tekur okkum niður í havdjúpini, inn í eina fremmanda, men púra sjálvsagda verð, har perlur syngja á havsins botni, við gormkrabbum, gullstertum og, um illa vil til, rósuhávum. Miranda finnur tær vakrastu perlurnar í havdýpinum og veit, at eygnasteinurin, tann virðismiklasta perlan, sum so nógvar sagnir eru um, kann gerast hennara. Men hvat skal hon gera við Syrsu, barnið, sum hon verður noydd at taka til sín, hon, sum sussar alla tíðina, og sum ikki dugir at kava, uttan at sandur fýkur upp av botninum? Leitanin eftir eygnasteininum tekur Mirandu og Syrsu við til fremmand støð. Tær hitta fólk, sum tær gerast góðar við, men tær møta eisini vandum. Tær hava sett ferð á óvæntaðar røringar.

Søgnin um eygnasteinin er ein bókarøð við fýra bókum. Ein frásøgn um longsul, tráan og vinalag, og um tað, sum í grundini hevur nakað at týða í lívinum.

Fleiri myndir frá tiltakinum her

Ynskir tú at vita meira um Norðurlendsku bókmentavikuna, so kanst tú lesa her: https://www.nordisklitteratur.org/fo/