Gera bókstavir úr pappi at prýða

13. januar 2022

Vit læra á ymiskan hátt, og tá ið talan er um at læra bókstavir, eru fleiri møguleikar. Eitt er at síggja bókstavirnar, men teir hava eisini ymisk snið. Tí kunnu vit bæði arbeiða við bókstavum, sum vit síggja og merkja. 

Hetta hava tey gjørt í stovu 101, har tey hava arbeitt kreativt við bókstavum. Millum annað valdu tey fyrsta bókstavin í navni teirra, sum tey kliptu út úr pappi. Síðani varð arbeitt við tógvi í ymiskum liti og við øðrum prýði fyri at kunna hanga teir upp í floksstovuni.

Hetta ber eisini til at gera við Lego ella Clicko. Tá ber til at arbeiða víðari við at leggja bókstavirnar á eitt pappír, tekna eftir við blýanti og leggja litir á. 

Vit takka stovu 101 fyri hugskot. Eisini vísa myndirnar løtur í smíðstovuni fyri jól, har tey gjørdu stakar sum jólagávur.