Umborð á Klakki er gott at vera

18. apríl 2022

Eftir góðar og tiltrongdar frídagar verður tað gott at síggjast aftur í skúla týsmorgunin kl. 8. Eisini verður tað spennandi at síggja næmingarnar í 10. flokki, sum seinastu vikurnar hava verið í starvsvenjing.

Fyri páskir fekk skúlin eina fríska heilsan uttan av opna havinum. Tað var frá Anitu, sum valdi at fara í starvsvenjing við línuskipinum Klakki. Hon fór umborð 14. mars, og hon heilsar, at har var sera gott at vera, og hon stórtreivst umborð. Jú, eitt sindur av sjóverki var í byrjanini, men tað gekk yvir, sum túrurin leið.

Anita royndi seg við fleiri uppgávum umborð. Hon byrjaði í skúrinum, men hóast tað ikki var akkurát hon, so lærdi hon eitt sindur um stokkar og línu, at leggja í agnmaskinuna o.s.fr. Síðani royndi hon seg á brúnni og í maskinrúminum. Tá ið hon at enda fór at hjálpa til hjá kokkinum, fann hon ordiliga sína hill og varð verandi har. Hon sigur, at har lærdi hon rættiliga nógv, at greipa, at skera flak, at baka, at gera kalvasalat og mangt, mangt annað.

Anita heilsar, at hon hevði tað so avbera gott umborð, og at manningin bæði var hjálpsom og fryntlig. 

Við góðu søguni frá Anitu ynskja vit tykkum øllum einar gleðiligar páskir.