Eplavelting í góðveðri

10. mai 2022

Í góðveðrinum í farnu viku settu næmingarnir í 1. flokki nøkur epli niður. Børnini vóru hugagóð, røsk og forvitin. 

Búnaðarstovan sigur á heimasíðu teirra, at seteplini skulu vera frísk og helst viga um 65 – 75 gram. Roknað verður við 1.200 eplum fyri hvørji 100 kg.

Eplini verða løgd at næla umleið 3 vikur, áðrenn tey skulu setast niður. Best er, at tey liggja á einum borði 1 – 2 metrar frá einum vindeyga í 12 – 14 stigum. Liggja tey í myrkri, fáa tey langar, klænar og hvítar nálir, men fáa tey nakað av ljósið, verða nálirnar stuttar og tjúkkar. 

Um tú hevur hug at vita meira um eplavelting, so vitja heimasíðuna her.

Nú verður spennandi hjá næmingunum í heyst at síggja, hvussu hilnast.