Bókstavir við tí, ið náttúran bjóðar

12. mai 2022

Ein túrur í fjøruni kann geva góð úrslit, tí umframt tiltrongda fríska luft, so ber til at fara út við eini ávísari uppgávu, ið skal gerast. Í 5. flokki var uppgávan í evning í farnu viku at gera bókstavir við tí, sum lá í fjøruni. Ikki bara onkrar bókstavir, men teir skuldu tilsamans geva orðið KÓPAKONAN. 

Evnið var valt eftir tí, sum næmingarnir annars arbeiddu við. Tey hava spælt leikin um kópakonuna, so upplagt var at tosa um søgnina, og eisini tað at síggja lutir úti í náttúruni við nýggjum eygum. Hvussu kann tari, ein vongur, rognkelsi, rípuskel, fliður, øður, føtur og malargrót gerast bókstavir?

Ja, í morgin er frídagur, so hygg væl eftir myndunum og far so ein túr í fjøruna og ger bókstavir :)