Várið er eisini próvtøkutíð
1. juni 2022
Hesa tíðina ganga eldru næmingarnir til próvtøku og ársroyndir. Tað er ein krevjandi og eisini spennandi tíð. Her eru nøkur góð ráð, hvussu ein kann fyrireika seg væl.
Fyrireiking
- Tá tú veitst, hvørjum lærugreinum tú skalt upp í, er skilagott at leggja eina ætlan fyri, hvussu tú nýtir tíðina. Umráðandi er at gera eina ætlan, sum kann halda.
- Byrja tíðliga á degnum og gev tær tíð til at halda hóskandi fríløtur.
- Fær tær út ein túr í frískari luft av og á, tað gevur nýggja orku og tíð til at hugsa um tað, tú hevur lisið.
- Fá tær ikki eyka arbeiði, meðan tú fyrireikar teg til próvtøku.
- Floksfelagar kunnu lesa saman, tit kunnu eisini skipa fyri smærri framløgum, har tit kunnu tosa um faklig evni.
Próvtøkan
- Hav alt tað við, sum tú hevur loyvi til og tørv á.
- Tú kennir teg sjálva/n best, ikki øll hava gott av, at møta alt ov tíðliga til próvtøkuna. Hugsa um, at tað er tín próvtøka, lat ikki onnur ørkymla teg.
- Set ikki tær sjálvum veruleikafjar krøv.
Góða eydnu!