Samstarv millum skúlan og fótbóltin

15. juni 2022

Í gjárkvøldið var spælara og foreldrafundur fyri næmingar á Skúlatrøð, sum venja við KÍ. Tað var Jonas Nielsen, sum er akademistjóri, sum legði ætlan fyri komandi tíðina fram. Framløgan bygdi á eftirmetingina av árinum 2021/22, har bæði skúlin og KÍ sum heild vóru nøgd við samstarvið. So nú verður byrjað aftur við nøkrum tillagingum og betringum.

Jónas tosaði um týdningin í, at næmingarnir møta til venjing til tíðina bæði á morgni og eftir skúlatíð, at teir eru klárir til tíðina at venja, hava etið heilsugóðan mat og eru fúsir at vera saman við hinum í liðinum sum góðir liðfelagar. Eisini skulu næmingarnir vísa, at teir vilja vera partur av einum mennandi læringarumhvørvi, har teir sjálvir gerast betri og vilja hjálpa øðrum at gerast betri. 

Ætlanin er komandi januar og februar, sum eru myrkir, kaldir og ofta vátir mánaðir, at hava onnur tilboð til morgunvenjingarnar sum t.d. svimjing ella venjingar inni.

Tað er Jákup Mikkelsen, lærari og venjari, sum er kontaktpersónur millum skúlan og KÍ, tá ið talan er um morgunvenjingar, sum komandi skúlaár vera:

7. flokkur venur týsdag frá kl. 8.00 til 9.30 og hósdag kl. 6.45 til 7.30
8. flokkur venur týsdag frá kl. 9:45 til 11.15 og hósdag kl. 6.45 til 7.30
9. og 10. flokkur venur týsdag frá kl. 6.45 til 7.30 og hósdag kl. 8.00 til 9.30

Tá ið talan er um morgunvenjingar, so er tað krav frá skúlanum, at tað samstundis verða gjørdar undirvísingartilgondir, sum m.a. innihalda kropstilvit, fyribyrging av skaðum, vitan um kost, svøvn og hvíld, einstaklinga venjing og læringarmál.

At enda var mint á, at tilmelding fer fram á Facebook í bólkunum til 19. juni, har frymil at útfylla fer at liggja saman við framløguni hjá Jónasi. 

Um tú hevur hug, er meira at lesa her á ki.fo.