Bókavørðurin viðmælir - Sólgrátur

12. september 2022

Sólgrátur eftir Ingun Christensen


Sólgrátur eftir Ingun Christensen er ungdómsskaldsøga um 15 ára gomlu Aud, sum hevur tað trupult. Mamma hennara liggur nógv í songini, og so fær hon ólekkur boð inn á telefonina.

Besta vinkona hennara er flutt og nú skal hon standa á egnum beinum. Hetta er ein avbjóðandi tíð fyri Aud. Aud er ættleidd úr Kolumbia, og tá hon kennir seg einsama, hugsar hon nógv um sína fortíð í Kolumbia.

 

Bókin er góð og hóskar seg væl til næmingar í framhaldsdeild. Bókin viðger nethapping, sálarheilsu og ættleiðing.

 

Bókin er útgivin í 2022, er løtt at lesa og er 165 síður.