Føroya størsta svartaklukka - blá svartaklukka

12. september 2022

Heystið er besta tíð at síggja svartaklukku.

Hendan stóra svartaklukkan vitjaði í skúlanum í dag. Ein lærari hevði funnið hana uttanfyri hjá sær og helt, at tað var eitt gott hugskot at taka hana við í skúla, tí næmingar og eisini lærarar halda eina so stóra svartaklukku vera rættiliga spennandi. Hendan var umleið 3 cm.

Tað var eisini eitt gott hugskot, tí næmingar og lærarar samlaðust um hesa áhugaverdu og størstu svartaklukkuna, tey nakrantíð høvdu sæð. Og soleiðis kunnu vit birta áhuga fyri livandi verum rundan um okkum.

Um vit vilja vita meira um svartaklukkuna, kunnu vit lesa hetta á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum.

“Um heystið skulu tær bláu svartaklukkurnar finna sær eitt stað at hava vetrarsetu, og tað er tá,
tær bláu svartaklukkurnar villast inn móti húsum og inn í kjallaran. Tann bláa svartaklukkan verður út móti 3 cm long, og hon er sostatt størsta svartaklukka í Føroyum.

Fólk kalla hana ofta Oldenborra, men tað er ikki heilt rætt, tí sambært serkønum, er Oldenborra ongantíð funnin í Føroyum.

Allar svartaklukkur eru avlangar við einum ella øðrum mynstri á veingjunum. Tær hava long og sterk bein, og tær kunnu renna skjótt. Bláu svartaklukkurnar eita á latíni Carabus problematicus, og tað kann bara vera tí, at ættin Carabidae er sera trupul at greina, og at slagið Carabus problematicus ofta verður býtt sundur í fleiri undirsløg.

Bláa svartaklukkan víggjar eggini í mold, og eftir fáum døgum koma ormverurnar út. Bæði ormverurnar og tær vaksnu bláu svartaklukkurnar eru róvdjór, ið eta alt, sum fyri kjaftin rekst, ormverur, skordjór og sniglar. Tær spýggja sodningar-vætu út yvir fongin, ið verður lammaður, og síðani verður fongurin so upploystur, at alt kann svølgjast.

Um várið, tá ið tær bláu svartaklukkurnar koma úr vetrarvistini, ber til at síggja tær, men annars eru tær mest at síggja í tíðarskeiðnum frá august til oktober, tá ið tær leita sær inn í hús."

Meir um bláu svartaklukkuna her