Út í Grøv at henta blómur
14. september 2022
Út í Grøv at henta blómur
Fríggjadagin spákaðu vit okkum ein túr út í Grøv at heinta blómur. Hóast vit eru komin til heystið, vóru nógvar vakrar og litfagrar blómur at finna. Á túrinum kundu næmingarnir eisini læra at njóta við sansunum: luktin, ymisk ljóð og síggja tað vakra í náttúruni. Hetta skapar forvitni hjá næmingunum og letur eyguni upp fyri tí, teir kanska ikki enn hava givið sær far um.
Blómurnar eru nú í skúlastovuni, har næmingarnir hava lagt tær millum bøkur at pressa. Spennandi verður at síggja, hvussu tær fara síggja út í næstu viku.
Fleiri myndir frá túrinum liggja her