Bókavørðurin viðmælir - Loynigentan

21. september 2022

Loynigentan


Tað er Tórunn Karina Henriksen, sum hevur skrivað upprunaføroysku skaldsøguna. Upprunaføroysk merkir, at bókin er skrivað á føroyskum um føroysk viðurskifti. Hon er ikki týdd úr øðrum máli.

Alda hevur mist systur sína Brynju, sum er deyð fyri egnari hond. Tað er ein tung tíð eftir hendingina, og Alda hevur afturvendandi marrur um systir sína. Tað er so meiningsleyst, at systirin skal hava tikið hesa avgerð. Tað má vera ein orsøk til, hví hon valdi at taka sítt egna lív. Hesin spurningurin vitjar Aldu aftur og aftur. Tað má vera eitt svar at finna onkrastaðni.

Ein avbera viðkomandi, realistisk og eisini spennandi skaldsøga, sum lýsir gerandisdagin og umstøður millum ung í Føroyum í dag. Umstøður, sum ein og hvør kann verða drigin inn í.

Eg vil viðmæla ungum frá 14 ár at lesa skaldsøguna. Eg vil eisini viðmæla foreldrum at lesa skaldsøguna, sum kann geva eitt innlit í umstøðurnar hjá ungum og millum ung í dagsins samfelagi.