Vit rudda eisini

1. september 2025

Vit rudda eisini á Skúlatrøð

Um vit vilja hava tað vakurt og nossligt rundan um okkum, so eru vit noydd at taka tað upp, sum liggur og rekst. 

Tað er ein góður vani at taka órudd og skrell upp og beina tað burtur, og so skjótt eitt øki er reint og ruddiligt, hevur tað eina ávirkan á, um onnur blaka frá sær.

Næmingarnir í stovu 101 hava verið úti í dag og ruddað skúlagarðin, og sum tit síggja á myndunum, so fingu tey væl upp i sekkin. 

Tá tey vóru liðug, komu tey inn til heitt kakao.

Ein góður tími og ein góður lærdómur.