Á súkklu til Haraldsunds
2. september 2025
Í farnu viku var avbera gott veður og tey, sum serliga nutu ágóðan av lýggja vindinum, vóru næmingarnir í 6. b. Áðrenn fráferð var lagið gott í skúlagarðinum.
Í rúma tíð høvdu tey saman tosað um súkklutúrin. Um týdningin av at gera súkkluna klára, at hava hjálm, smyrja ketuna og at hava góð dekk. Og sjálvsagt um, at súkklan má hóska tí, sum súkklar. Hon skal hvørki vera ov stór ella ov lítil. Eisini varð tosað um tað góða við at venja eitt sindur, so túrurin ikki gerst ov strævin. Hetta alt høvdu tey - meira og minni - tikið til sín.
Ferðin norð gekk væl, og tá ið øll vóru komin á mál, fingu tey gott ábit. Við á ferðini vóru eisini foreldur, sum millum annað hildu vakt í ferðsluni.
Alt í alt ein góður og virkin skúladagur.







