Ferðist í egnum landi

2. september 2025

Ferðist í egnum landi

 

Nógv kunnu minnast, tá tey sum børn, saman við lærara og flokkinum, vóru útferðir í Føroyum og vitjaðu eina oyggj ella forkunnug støð. Minnir verða skapt, og tey seta seg fast í okkara minnið.

 

Mikudagin 27.august bleiv undirvísingin hjá 5.flokkunum niðurløgd. Tey tóku dagin úr tímatalvuni og fóru ein túr út til Svínoyar við Rituni. Ritan sigldi úr Hvannasundi á morgni og innaftur seinnapartin.

 

Úti í Svínoy var veðrið av tí allarbesta, og næmingar og lærarar hugnaðu sær óført.

Svínoyingar hava fingið gamla svimjihylin gjørdan í stand, so næmingarnir vóru hepnir og sluppu at royna nýggja svimjihylin. Eisini vóru teir í ánni og leitaðu eftir kombikkum og sóu vakra minnisvarðan Dropan, sum stendur úti á Bø.

Sum vit síggja á myndunum, so fingu næmingarnir pannukøkur, sum man vera yndisrættur hjá fleiri. Eisini vóru næmingarnir við til at taka epli og rabarbur upp og skera rabarburnar. 

Nøkur valdu at ganga sær ein túr niðan á Fugloyarháls, har, sum navnið sigur, ber til at síggja yvir á Fugloynna, meðan onnur sparkaðu fótbólt. 

 

Hetta var ein ordiliga góður túrur, har trivnaðurin var í hásæti, og øll komu heimaftur við einari góðari kenslu av at hava verið saman. 

 

Góð kensla og góð uppliving geva góð minnir.