Ein so avbera vakur rennidagur
4. september 2025
Í dag skipaði Valskúlin aftur fyri árliga rennidegnum, og í dag varð runnið í besta veðri.
Skúladagurin byrjaði við tveimum skúlatímum í flokkunum, og eftir fríkorterið varð farið yvir á vøllin til upphiting. Síðani varð farið avstað, har næmingarnir kundu fáa kross fyri 5 km., 7,5 km. og 10 km. Enntá vóru tað nøkur, sum runnu 15 km.
Ein so sera góður og væl skipaður rennidagur, sum endaði við, at næmingarnir fingu kaka og súrepli.

















































































