Hondarbeiði kann vera so nógv

6. september 2025

Hondarbeiði kann vera so nógv

At knýta uppí kann veruliga sigast at vera hondarbeiði.


Tá hesir tríggir dreingirnir í 4. og 5. flokki høvdu hondarbeiði á tímatalvuni, var tað kærkomið, at undirvísarin hevði verið ein túr norðuri hjá Kjøli og fingið nøkur bunti at knýta uppí. Hetta var júst tað rætta til dreingirnar.

At arbeiða á henda hátt, styrkir hendur og fingrar og mennir sanniliga handalagið, og júst hendan uppgávan kann fyri dreingir veruliga geva meining. Knýttu buntini eru jú ein grundleggjandi liður og partur av fiskivinnuni í býnum.

Og teir hugna sær.