Vespa millum vespuvinir
Fríkorterið er altíð vælkomið. Í góðveðrinum í dag gjørdust nakrir næmingar í 4.d vespuvinir, tá ið ein vinarlig vespa setti seg hjá teimum. Tað sá ikki út til at órógva næmingarnar, sum skiftust um at bera hana. Tá ið hon einaferð datt á gólv, fleyg hon ein túr og setti seg so aftur hjá teimum.
Í blaðnum Frøði frá 2001 varð spurt, um vespa mundi fara at blíva fastur gestur í Føroyum. Neyvan mann nakar í dag ivast, tí um summarið er hon nú at síggja kring alt landið.
Har stendur eisini at lesa, at vespa, meyra og býfluga hoyrir til hópin Hymenoptera, har fleiri enn 100.000 sløg í hesum hópinum finnast kring allan heim. Eyðkenni fyri hesi skordýr er, at tey hava fýra glærar veingir mótsett eitt nú flugum og grindalokkum, sum hava tvær.
So sera áhugaverdur lesnaður í Frøði, sum tú finnur her, og næmingarnir í 4.d fóru, tá ið ringdi inn, fróar um sína frøði leið sína inn aftur í tíma. Ein góð vespuløta millum vespuvinir.














