Fyrireika næmingaráðsval
Í næstum verður aftur val til næmingaráðini á Skúlatrøð, og í morgun var morgunløtan í hádeild nýtt til at eggja næmingunum at stilla upp. Tosað varð um týdningin av næmingaráðum, og hvørja ávirkan næmingarnir kunnu hava.
Endamálið við næmingaráði er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á egnan skúladag.
Fólkaskúlalógin sigur, at til hvønn skúla, sum hevur 5. flokk ella eldri floksstig, stovna næmingarnir eitt næmingaráð. Næmingaráð á Skúlatrøð umboða 1. til 9. flokk, og av tí at skúlin er stórur, eru tvey næmingaráð. Eitt í miðdeild og eitt í hádeild.
Tíðin fram til valið, sum verður 1. oktober, er altíð hugalig. Næmingarnir eru nú so smátt farnir at hugsa, og spennandi verður at síggja listarnar, sum skulu latast inn 24. september. Skipað verður síðani fyri valfundi í miðhøll skúlans 26. september. Valrætt og valbæri hava allir næmingar í 4. til 9. flokki.
Morgunløtan í morgun endaði við at takka næmingunum, sum seinastu tíðina hava sitið í næmingaráðunum í hádeild og teimum, sum nú ganga í 7. flokki og eru vorðin partur av hádeildini.






