Mentan og umhvørvi
20. september 2025
5.d og Mentan og umhvørvi
Í lærugreinini Mentan og umhvørvi, hava næmingarnir í 5.d verið eina postarenning, sum eina eftirmeting av tí, sum tey hava hoyrt og sæð seinastu tvær vikurnar.
Næmingarnir hava m.a verið busstúr, har farið var av ovarlaga í Klaksvík, og hugt varð útyvir býin.
Teir hava verið í neystinum hjá klaksvíkar róðrarfelag og sæð kappróðrarbátarnar, og hoyrt hvussu alt eitur í einum føroyskum kappróðrarbáti.
At læra um nærumhvørvið og okkara mentan og mentanararv hevur stóran týdning í hesum fakinum, sum 5.flokkarnir á Skúlatrøð hava sum ein part av handaverk og list.









