Lego, loysnir og forritan
Eftir eini av longu gongunum á Skúlatrøð var púra kvirt, og við eitt av høgu borðunum sat ein næmingar við lærara í djúphugsni. Spurningurin, sum fylti hesa løtuna, var, hvussu kranin úr lego bæði kundi heysa vøru og síðani halda vøruni uppi, so hon ikki datt niður aftur á 'jørðina'. Hugsað og tosað varð um, hvat trupulleikin mundi vera, tí kranin vildi ikki halda vøruni fastari.
Inni í skúlastovuni sótu aðrir næmingar og leitaðu eftir øðrum loysnum.
Á tímatalvuni hava hesir næmingarnir í 6. flokki valt at hava First Lego League. Endamálið við First Lego League er at kveikja áhugan hjá næmingum fyri tøkni, vísindi, nýskapan og íverksetan. Tað snýr seg um at styrkja førleikarnar hjá næmingunum í forritan, tøkni og gransking, umframt at menna sosialar førleikar.
Uppgávan er at forrita ein lego-robot til at loysa eina avbjóðing, sum er serstøk. Júst hetta krevur jú djúphugsni. Næmingarnir inni í skúlastovuni, sum sótu við logi brikkum, vóru samdir um, at hesir tímarnir bæði eru góðir og læruríkir.
Eitt stutt brot við krananum er her.





