Kveikja hugin til íverksetan
Eins og undanfarin ár er íverksetan partur av virkseminum á Skúlatrøð. Í ár varð avgjørt, at næmingunum í 8. flokki skuldi standa í boði at royna seg.
Í gjár var so Start Up Camp fyri næmingunum frá kl. 8.00 - 13.30. Hugsanin er, at íverksetan í fólkaskúlanum kann vera við til at menna næmingarnar og skapandi evnir og hugsan teirra, at vekja hugin til tað tvørfakliga, styrkja sjálvsálit og heilt einfalt vera ein liður í at fyrireika tey til framtíðina.
Næmingarnir hoyrdu fyrst um íverksetan og arbeiddu síðani í bólkum við ítøkiligum hugskotum um, hvat kann verða sett í verk. Eisini varð tosað um, hvussu hugskot og/ella vøra kann verða lýst og seld.
Sum heitið sigur, sum var hetta Start Up Camp, sum merkir, at hetta var ein stutt innleiðing til, at næmingarnir seinni í ár fáa høvi at velja íverksetan sum verkætlan teirra. Tá fáa teir eisini í boði at fara til verkstovu um at leggja fram, og eisini fara teir á virkisvitjan.
Teir næmingarnir, sum velja íverksetan, skulu í vár til eina innanhýsis kapping á Skúlatrøð, um hvør bólkur ella hvørjir bólkar sleppa til SkúlaFM, sum verður 6. mars 2026.
Teir næmingarnir, sum heldur hava áhuga fyri at arbeiða við vanligari verkætlan, gera so tað.
Dagurin var skipaður av Íverksetarahúsinum, og takka vit fyri ein áhugaverdan dag saman.






