Tá kroppurin sansar tøl og mongdir

29. september 2025

Kroppurin sansar og goymir

Kroppurin goymir vitan, sum hann hevur sansað, og tí er umráðandi ikki bert at læra gjøgnum eygu og oyru, men eisini gjøgnum fingrar og á annan kropsligan hátt.

 

Tað er tí gott fyri læringina hjá næmingunum í 1.b, tá teir arbeiða við tølum og mongdum, at arbeiða við modellervoksi.

Teir hava formað tølini og gjørt mongdirnar ítøkiligar við at gera eins nógvar klumpar, sum talið sigur.

Tølini og mongdirnar verða tí ítøkilig, tá tey bæði eru visuell og kropsliggjørd.

 


Hetta er gott!