Stuðulstiltak á Skúlatrøð týskvøldið 7. oktobur

5. oktober 2025

Kom og stuðla tiltakinum Saman um krabbamein

 

Týskvøldið 7. oktober frá kl. 19.00 til 21.00 verður skipað fyri stuðulstiltakinum Saman um krabbamein - á Skúlatrøð. Hetta kvøldið verður peningur samlaður inn til Krabbameinsfelagið, og tað, sum kemur inn, fer óskert til felagið. 

Innsavningin er liður í stóru innsavningini hjá Krabbameinsfelagnum, sum verður 26. oktober í Løkshøll. Sí myndir á høgra bredda.

Á skránni 7. oktober á Skúlatrøð verða spennandi tónleikainnsløg bæði við næmingum og starvsfólki. Í steðginum verður kafe, tombola og sølutorg.

Verðið hjartaliga vælkomin til stuðulstiltakið. Vit eru takksom fyri allan stuðul, sum verður latin.

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

19.00 - Bjóðað verður vælkomin
19.05 - Heini og Brynhild syngja og spæla
19.15 - Skúlakórið syngur
19.30 - Sólblómurnar syngja
19.40 - Steðgur
20.20 - Skúlahornorkestrið spælir
20.35 - Næmingar framføra fólkadans
20.50 - Steintór og genturnar spæla
21.00 - Vit takka fyri