Landafrøði á litríkum plansjum

3. oktober 2025

Landafrøði snýr seg um so nógv annað enn at vita, hvar í heiminum londini liggja. Landafrøði er vitan um lond og teirra tilfeingi, jarðfrøði, mentan, átrúnað, veðurlag og annað. 

Landafrøði í 9.d hevur seinastu tíðina snúð seg um heimspartin Asia, har næmingarnir hava sett seg inn í mál, átrúnað, gosfjøll og veðurlag. Fyri at fáa hetta meir inn undir húðina og sjónligt, so hava teir gjørt plansjur, sum innihalda áðurnevndu viðurskifti. 

Tá tilgongdin til vitanina verður sjónlig við plansjum og myndum, og tú í eina tíð kanst venda aftur og hyggja at pplansjunum, so er størri møguleiki fyri at minnast betur.

Hugaligt at síggja vitanina gjørda ítøkiliga við litríkum og vøkrum plansjum.