Jólakortini fara nú um land og ríkið

9. desember 2025

Á Skúlatrøð eru vit í jólahýri, og næmingarnir hava aftur í ár verið raskir at skriva jólakort til ommur, abbar, mostrar, vinfólk og onnur, sum teir vilja gleða. At skriva jólakort er ein gamal siður, sum vit eiga at varðveita, tí millum annað minnir hann okkum á týdningin í at vísa øðrum umsorgan og kærleika.

Í eini tíð, har nógv samskifti fer fram á skíggjum, er tað serstakt at fáa eitt handskrivað kort, sum vit kunnu halda í hondini, gleðast um og goyma sum minni. Jólakortini kunnu eisini knýta bond millum ættarliðini og vísa, at vit hugsa um hvønn annan. 

Í farnu viku kom løtan, tá ið Signhild frá Posta heintaði jólakortini, sum næmingarnir høvdu skrivað. Kortini fara nú út um land og ríkið, og vónandi fjálga og gleða tey mongu móttakararnar. Og vit takka Posta fyri góða tænastu.

Les meira her.