Sára og Rógvi á verkstovu um vitlíki
Í farnu viku vóru Sára og Rógvi, sum bæði ganga í 8. flokki, á verkstovu hjá Undirvísingarstýrinum, sum arbeiðir við at gera vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið. Á verkstovuni vóru næmingar í øllum aldri av Fróðskaparsetri Føroya, av Miðnámi og úr fólkaskúlanum.
Á fundinum fingu Sára og Rógvi høvi til vera við at greiða frá teirra sjónarmiðum í mun til vitlíki, og hvussu tey brúka vitlíki á ein læruríkan hátt í skúlanum. Hetta hava tey jú longu gjørt á felags foreldrafundinum sum var á Skúlatrøð í november.
Á fundinum hesaferð vístu tey við uppsløgum millum annað á, at vitlíki er nógv meira enn Chatgpt. Eitt nú, tá ið farið verður inn á telefonina, so verður eitt loynital nýtt, ella kann verða ritað inn við andligtssamleika, har hugt verður inn í telefonina – Face ID – sum jú eisini er vitlíki. Eisini á Snapchat er filtrið vitlíki, og tá ið næmingarnir gera uppgávur inni á emat.dk, so er tað vitlíki, sum svarar næmingunum við svari.
Í veruleikanum brúka vit vitlíka nógv meira, enn vit geva okkum far um, var boðskapur teirra á fundinum.
Samanumtikið halda tey, at vitlíki sjálvsagt gott, um tað verður brúkt rætt. Eins og víst varð á, so er ein ávísur ótti eisini partur av nýtsluni av vitlíki í skúlanum. Her er avgerandi, hvussu væl næmingar og lærarar duga at brúka tað gagnligt og til læring.
Bæði Sára og Rógvi lata væl at degnum, sum BUMR, NÁM, Undirvísingarstýrið og Fróðskaparsetur Føroya skipaði fyri. Hann var bæði var góður og læruríkur.
Les eisini tíðindini um framløgu teirra á felags foreldrafundinum í fjør: