Miðar við á fundi í næmingaráðnum

1. juni 2026

Í 8. flokki ber til at hava miðlar sum vallærugrein, har tosað verður um miðlar sum heild, um hvussu miðlað verður, hvørjar myndir verða brúktar, um fangandi yvirskriftir, um týdningin av etikki og so framvegis. Endamálið við undirvísingini er

  • at næmingurin gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar mennir sín kunnleika at skilja og nýta miðlar og fjølmiðlar,
  • at næmingurin við at arbeiða við ymiskum miðlum ognar sær innlit í útbreiðslu- og samskiftismøguleikar, og í tað at nýta miðilin sum sítt málgagn
  • at næmingurin ognar sær førleikan at skilja týdningin hjá fjølmiðlum bæði í egnari mentan og aðrastaðni, og á henda hátt styrkir egnan hugburð og atferð innan og uttan skúlagátt.

Árið byrjaði við eini vitja á Norðlýsinum, har vit tosaðu við Jóhann Lützen, blaðstjóra, og Kristian Joensen um at gera poddvarp og um at miðla út tað, sum fangar lurtarar og lesarar.

Les tíðindi her: Vitjan á Norðlýsinum

Í ár hava miðlar í 8. flokki eisini arbeitt við at gera stutt klipp við smartfonini. Hetta eru klipp við livandi myndum, tónleiki og teksti. Ein dagin, tá ið næmingaráðið í hádeild hevði kallað inn til fund, vóru miðlar við og tók upp.

Miðlar takkar næmingaráðnum fyri vælvild, og at vit sluppu at vera við. Við hesum leggja vit endaliga klippið úr niðanfyri.