Friterað hvítanýra
Hesa vikuna fáa næmingarnir á Skúlatrøð møguleika at royna ymiskt frá slakti, nú matarskipanin setir skjóneykuna á tað, sum eftir er av slaktinum. Hetta verður gjørt fyri at kveikja áhugan og forvitnið hjá næmingunum fyri føroyskum mati og føroyskum tilfeingi.
Sambært IRF verða umleið 50% av avroðunum frá flettum seyði burturbeind. Hetta svarar til umleið 210 tons av góðari matvøru, sum ikki verður gagnnýtt. Avroð er tað gloymda tilfeingið: blóð, vomb, nýra, hjarta, høvd, livur, hvítanýra, speril og tálg. Hetta er alt smakkgóður, føðsluríkur og umhvørvisvinarligur matur.
Í gjár stóðu nýru í nudlum og asiatiskari sós á matarlepanum, og í dag fingu næmingarnir friterað hvítanýru við steiktum føroyskum eplum og remulátu. Eisini fingu tey blóðvaflur.
Næmingarnir lótu væl at og vóru tey samd um, at hetta var góður matur.
Meir er at lesa um slakt og avroð her.