SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
21. september 2021
Heystblómur
21. september 2021
Kom inn og vitja 1. flokk
21. september 2021
Vit eru eins og bløð
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Lesibókin "Sólin sá lás í á"

Øll í 1.b hava fingið undirvísing í 5 bókstavum "á, l, s, í , ó".  Fyri hvørjar 5 bókstavar tey læra, fáa tey eina lesibók heim við. Heitið er á fyrstu lesibókini er "Sólin sá lás í á". Har eru bæði orð tey duga og sum tey ikki duga, tí tey ikki hava lært allar bókstavir enn. Bókin liggur í postmappuni. 

---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Øll í 1.b fáa barnablaðið ókeypis skúlaárið 2021 / 2022. Klaksvíkar kommuna rindar kostnaðin.

--------------------------------------------------------------------------------------------------------

Ítróttur 1.b - Sí leinkjuna niðanfyri.

ítróttur 1. flokkar 2021 2022.pdf

---------------------------------------------------------------------------------------------

Trivnaðarbólkar

Til foreldrafundin 25. august 2021 bleiv avgjørt, at foreldrini í 1.b gera 3 trivnaðarbólkar sum síggja soleiðis út:

Jólabólkurin: Kristfríð, Mia, Sveinur, Bartal og Mattias.

Várbólkurin: Hjalti, Kristian, Fililp, Beinir, Marita, Marjun, Óli Karl og Vera.

Summarbólkurin: Dávur Eliah, Immanuel, Lukas, Rakul, Rebekka, Jógvan, Karin, Edmundur, Samly Stefania og Aura Emilia. 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Góðu foreldur


Vit bjóða tykkum á felags foreldrafund fyri 1. b mikukvøldið 25. august kl. 19.00. Fundurin byrjar í miðhøllini, har sum 1. flokkarnir halda til. Síðani verður farið inn í skúlastovuna hjá flokkinum. 


Skrá fyri fundin: 

Fyrilestur um “fyrstu lesingina” og “góð ráð at læra tøl" 
Lærugreinirnar 
Samstarv millum skúla og heim 
Trivnaður í flokkinum 
Ymiskt 

Vit gleða okkum at vera saman við tykkum á fundinum. 
 
Vinaliga heilsanir 
Petur Páll og Kirstin

-------------------------------------------------------------------------------------------------