SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
16. mars 2024
Matarskráin fyri viku 12
15. mars 2024
Skapandi evnisdagar - vár 2024
12. mars 2024
Rithøvundur vitjar á Skúlatrøð
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Hey øll foreldur og næmingar í 3 flokki

Í komandi viku fara vit at undirvísa 3 flokki um kropp, mørk og kenslur.

Vit hava ikki einstaklingasamrøður við børn í 3 flokki, men um eitt hvørt er við trivnaðinum hjá tykkara barni, ella um tit hava spurningar um eitt hvørt, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkum

Vinarliga heilsufrøðingar

Elin Stakksund, tlf: 562373

Og

Sigrun Dalsgaard, tlf: 562395

Skúlatelving

Mánamorgunin 18.03.24 fara Hanus S, Nóah og Bjarki út á Toftir til skúlatelving. Tilmeldingin er bindandi.

Tey fara vit bussi av Sandinum kl, 8.30 og hann avheintar tey aftur á Toftum kl. 12.20.

Lærarar vera við teimum. 

Næmingarnir skulu hava matpakka og okkurt at drekka við.

Vit ynskja tykkum ein góðan dag úti á Toftum. Vit heppa upp á tykkum.

Vh

Elin og Jónfríð

8. februar 2024

Fráboðan um lús

Kembið tykkara barn, áðrenn tað kemur í skúla í morgin
Øll kunna fáa lús, uttan mun til kyn ella aldur. Lúsin er líkaglað um hárið er reint ella skitið. Tað einasta hon vil hava er hárbotnin, tí har kann hon súgva blóð. Um bert hárið er meira enn ein ½ cm. langt og lúsin kann goyma seg í hárinum, ber til at fáa lýs.

Tit kunnu lesa meira á t.d. gigni.fo

Dansitíð

Gamalt er, at hendan tíðin verður kallað dansitíðin, sum er fram til føstulávintsmánadag. Í ár er tað 12. februar.

Hesa tíðina fara vit at læra okkum kvæðið "Nykursvísa". Vit ætla upp á gólv hvønn dag.

Í fjør lærdu vit okkum "Eg kendi mær ein ríkmann". Vit hava verið upp á gólv í vikuni og kvøðið kvæðið. Tey høvdu gott stev og mintust orðini frá í fjør.

Árligi kvæðadagurin á skúlanum verður hósdagin 8. februar.

Foreldraviðtalur mikudagin 17. januar, mikudagin 24. januar og fríggjadagin 26. januar


Vinarliga sendið okkum sms, tá tað liggur fyri hjá tykkum at koma á tlf 788306 ella 743369

Um tað ikki liggur fyri til tær ásettu tíðirnar, finna vit eina nýggja tíð.

Vinarliga

Elin og Jónfríð

 

 

12/12-23

Pangea støddfrøðikapping


Góðu foreldur
Skúlin hevur fingið innbjóðing til eina støddfrøðikapping, har eg gjarna vil melda nakrar næmingar úr 3.d til.


Um kappingina verður sagt:

Við okkara slagorði “Rokning sameinir”, er endamálið við Pangea Støddfrøði-kappingini at savna
3.-9. floks næmingar tvørtur um stað, samfelagsbólkar og útbúgvingarstøði, bjóða teimum av, og
fáa tey at ásanna, at rokning eisini kann vera stuttligt. Á tann hátt ynskja vit at geva næmingunum
møguleika at deila teirra royndir og gleðir við aðrar næmingar við at nýta rokning sum amboð. Við
øðrum orðum ynskja vit at eggja og hugkveikja næmingarnar til rokning umframt at heiðra og løna
teimum bestu við vinningum fyri teirra avrik - einki kveikir meir enn viðgongd.

Vit hava tosað eitt sindur um tað í skúlanum, og næmingar hava fingið eitt pappír við uppgávunum frá 2017, so tey og tit kunnu síggja sindur, hvat slag av uppgávum vóru í 2017 . Tað liggur í "postkassanum".
Undanumfarið verur hildið í skúlatíð 9.- 12. januar.

Øll kunnu vera við. Um tit ynskja, at tykkara barn skal luttaka, sendið mær so eitt sms seinast sunnukvøld.

Meira sæst á fb-bólkin: Pangea Føroyar - Støddfrøðikappingin

Vh Elin Sørensen 788306

 

 

Desember 2023

HOHOHOHO
 

Nú er longu desembur og jólastákanin byrjar av álvara - og nú koma nissurnar á Skúlatrøð eisini krúpandi úr loyndarkrókum. 

Vit fara tí í desembur at vera eitt sindur nissulig. Tey, sum eiga okkurt nissuligt, fara tí at vera í onkrum jólaligum klæðum í desembur. Tey, sum ikki hava hug at verða eitt sindur nissulig, verða bara í vanligum klæðum. 

Heilsan

Jólanissurnar á Skúlatrøð

Gekkakvøld

Góðu foreldur

Fríggjakvøldið 27. oktober skipa vit fyri hugnaløtu fyri 3.d.

Vit møta kl 19.00 í skúlanum, inngongd við skúlagarðin/Snjalla Bjalla.

Vit hugna okkum í floksstovuni og spæla felagsspøl á gongini. Eisini fáa vit onkran søtan bita.

Vit spæla eisini Gekk, sum børnini eru vælkomin at hava við. Vit hava kopi-bingoplátur, um onkur heldur vil hava tað.

Kl 21.00 endar hugnakvøldið, og vit ynskja tykkum gott vikuskiftið.

Vinarliga sigið okkum frá, um ikki ber til hjá barninum at luttaka.

Vh Elin (788306) og Jónfríð (743369)

Oktobur 2023

Kikhosti

Vit hava fingið fráboðan um kikhosta í flokkinum.

Viðheft er mannagongd frá landslæknanum viðvíkjandi kikhostatilburðum í skúlanum.

Lesið vinaliga mannagongdina:

Tilfælde af kighoste.docx

Og hesa viðmerking:

Landslægen anvender Sundhedsstyrelsens vejledning. Det betyder at børn med kighoste bør holdes hjemme fra skole og institution, indtil de ikke længere virker alment påvirkede og syge. Børn må ikke komme i skole og institution, så længe hosteanfaldene giver udtalt vejrtrækningsbesvær eller opkastning. Man regnes ikke længere for smitsom 5 dage efter påbegyndt antibiotikabehandling hhv. 3 uger efter debut af forkølelsessymptomer. Det er derfor op til kommunelægen at afgøre om de skal tilbydes behandling, så de hurtigere kan genoptage skolegangen.

 

 

Navn á!

5/10-2023

Gott at skriva navn á síni ting! Sjálvt um vit spyrja hvør eigur, so kennast eingin við t.d. hesi....
Tey koma frá næmingum í okkara stovu!

 

 

 

Vælkomin aftur í skúla

Tað er deiligt at byrja aftur og vera saman við hesi stóru og røsku børnum, sum nú longu ganga í 3. flokki.
Vit vóna, at vit fáa eitt ordliga gott og gevandi skúlaár saman eins og undanfarnu ár.

vh Elin og Jónfríð

Tangram

Mánadagin kliptu næmingarnir eitt tangramspæl og gjørdu "myndir". Hetta er ordiliga góð venjing at arbeiða við geometrisk skap. Vit løgdu teir 7 brikkarnar og eitt pappír í postmappuna. Vinarliga latið tað liggja har inntil fríggjadagin 12. apríl, tá fara vit at líma brikkarnar upp á eitt pappír í evningstímanum. Tit eru meira enn vælkomin at byggja "myndir" heima. Nógv hugskot eru at finna á netinum, um tit leita eftir "tangram". Vh Elin

3. mars 2023

Lús

Kembið tykkara barn.

Øll kunna fáa lús, uttan mun til kyn ella aldur. Lúsin er líkaglað um hárið er reint ella skitið. Tað einasta hon vil hava er hárbotnin, tí har kann hon súgva blóð. Um bert hárið er meira enn ein ½ cm. langt og lúsin kann goyma seg í hárinum, ber til at fáa lýs.

Tit kunnu lesa meira á t.d. gigni.fo

 

 

 

Góðu foreldur

Mikumorgunin vitjaði AKT-lærarin, Beinta Vang, 2.d. Hon tosaði so væl við flokkin um, hvat skal til, fyri at øll í flokkinum hava tað gott og trívast í fríkorterinum og í skúlanum.

Tykkara børn sóu ein stuttfilm og hoyrdu eina søgu, sum tey tosaðu saman um. Tey fingu eitt gott prát og fingu sett orð á sínar hugsanir.

Myndin omanfyri hevur eitt hjarta og eina stjørnu. Hjartað minnir okkum á at vera góð við hvønn annan,  og stjørnan minnir okkum á at gera okkara besta. 

Tit kunnu spyrja børnini, hvat filmurin og søgan snúðu seg um :)

 

 

 

Góðu foreldur

Vit blivu ikki ordiliga liðug í skúlanum við at seyma... millum annað tí vit høvdu kavaløtu síðsta hósdag.

Karina og Ane Grethe vilja esini gjarna arbeiða vid onkrum øðrum, so næmingar hava fingið seymiarbeiðið við heim. Tit eru vælkomin at seyma tað liðugt heima. Meiningin var, at tað skuldi blíva til eina líta pútu. Áðrenn tær báðar fara avstað aftur, fara vit at skriva í vikuætlan, um onkur kan taka pútuna við, so vit kunna fáa mynd av tí.

Vh Elin, Karina og Ane Grethe

 

 

Januar 2023

Dansitíð

Gamalt er, at hendan tíðin verður kallað dansitíðin, sum er fram til føstulávintsmánadag. Í ár er tað 20. februar.

Hesa tíðina fara vit at læra okkum kvæðið "Eg kendi mær ein ríkmann". Vit ætla upp á gólv hvønn dag.

Í fjør lærdu vit okkum "Nú liggur ein kavafonn tindi á". Vit hava verið upp á gólv í vikuni og kvøðið kvæðið. Tey høvdu gott stev og mintust orðini frá í fjør.

Árligi kvæðadagurin á skúlanum verður hósdagin 16. februar.

Rokniuppgávur á netinum
Rokning 2A
Rokning 2B
 

Her eru online uppgávur sum fylgja evnini í okkara roknibøkur. Hesar eru á norskum, tit eru vælkomin at brúka tað.
Eg fari at halda mær meira til online uppgávurnar á emat.dk, sjálvt um tær ikki eru úr somu bókum.

Ane Grethe og Karina í starvslæru

Tvær læraralesandi úr Nuuk eru í starvsvenjing á Skúlatrøð í tíðarskeiðnum 5. januar - 17. februar. Tær skulu hava 2.d nakrar tímar mánadag til hósdag, tá Elin hevur flokkin. 

Undirvísingin verður tvørfaklig, og tær fara eisini at hava evning. So lærugreinirnar fylgja ikki akkurát tímatalvuni, men vit skulu royna at skriva í vikuætlan, so tit kunnu fylgja við, hvat vit gera.

Tær vóru hósdagin og heilsaðu upp á tykkara fittu og røsku børn.

Vit bjóða teimum vælkomnum á Skúlatrøð og vóna at tær fáa eina góða og læruríka tíð her :)

Støddfrøði

13/12-22

Góðu foreldur

Nú havi eg hugt ígjøgnum allar roknibøkurnar hjá tykkara børnum, og tey eru sum heild væl fyri í rokning.
Eg havi skrivað síðutøl í permuna til tær síðurnar har uppgávur eru eftir at gera, ella sum hava skund-feilir, ella eru misskiltar. Eg ynski at hesar uppgávur verða gjørdar rættar. Tey fáa onkrar løtur til hetta í skúlanum, men gott um tit eisini kunnu seta tíð av til tað heima.
Um okkurt er ov torført, so bjóði eg meg fram til at hava lektiukafé mánadagar eftir skúlatíð. Sendið mær eitt sms seinast sunnukvøld, hvørja ferð tit ynskja, at tykkara barn steðgar eftir fyri at fáa hjálp til at gera okkurt í rokning.
Hetta verur galdandi í nýggja árinum.

vh Elin

1. desember 2022

Góðu foreldur

Takk fyri ein vælskipaðan lummalyktatúr hóskvøldið :)

Tað var hugnaligt at ferðast millum trøini saman við tykkum og tykkara fittu børnum. Deiligt at fáa heitt kakao og bollar  við góðum práti aftan á túrin.

Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti og eina góða advent

Vinaliga 

Elin og Jónfríð

23. november 2022

Góðu foreldur

Vinarliga kembið barnið tykkara fyri lús.

Um tit finna nakra, boðið so okkum frá.

Elin og Jónfríð

Góðu foreldur! 


Vit bjóða tykkum á felags foreldrafund fyri 2. d mikukvøldið 7. september kl. 19.00. Byrjar verður við kaffi og kaku. Fundurin er  inni í skúlastovuna hjá flokkinum. 

Skrá fyri fundin: 

  • Lærugreinirnar
  •  
    Samstarv millum skúla og heim 

  • Trivnaður í flokkinum 

  • Ymiskt 


Vit gleða okkum at vera saman við tykkum á fundinum. 
 
Vinaliga heilsanir 
Elin Sørensen og Jonfríð Foldbo 

 

Trivnaðurdagur

Tað var hugaligt at síggja næmingarnar aftur :)

Nú byrja vit eitt nýtt, spennandi og læruríkt skúlaár. Tað gleða vit okkum til.

Í morgun hava vit í felag gjørt skilhaldsreglur fyri flokkin, hvat vit í felag kunnu gera, so øll fáa ein góðan skúladag. Næmingarnir fingu síðani hvør sín putlibrikk, sum tey skuldu lita og so seta saman til eitt putlispæl. Á hendan hátt eru øll í flokkinum við til at vísa, at saman eru vit ein fjølbroytt eind.

Vit gingu okkum eisini ein túr út á kajina, har Sjómannadagarnir eru byrjaðir. Vit sóu millum annað hemarar og tunfisk.

mat.dk - rokning

Góðu foreldur

Vit eru í 1.d komin væl í gongd vit at brúka emat.dk
Man loggar inn gjøgnum tann bláa knøttin "uden uni-login", og brúkaranavn og koda er tað, sum stendur í postmappuni.

Næmingarnar tykjast at tíma tað væl, og hetta er góð venjing í at telja og rokna :)

Eg fari at leggja eina uppgávu út hvønn sunnumorgun, og fram til summarfrítíðina verur hetta skúlating at gera heima hvørja viku.

Tykkara børn eru sera dugnalig, og hava ment seg ordiliga nógv hetta fyrsta skúlaárið. Nu stendur summarfrítíðin fyri durum, og er nokk so lang. Tað er gott uppá nógvar mátar, og sjálvandi er gott at fáa frí. Eg vil tó geva teimum møguleika at halda á fram við at telja og rokna, og fari eg at leggja ein uppgávu út til hvørja viku á emat.dk - eisini í summarfrítíðini:)
Best um tey klára tað mesta sjálvi, tí eg síggi, hvussu væl ella skjótt tað verður gjørt, og hetta skal helst vera ein mynd av støði hjá tí einstaka:)

Eg vóni nógv framvegis fara at vera hugalig at gera hesu uppgávurnar, og brúka hesa heimasíðu, sum Skúlatrøð hevur keypt sær atgongd til:)

Eg havi tó sagt við næmingarnar, at tey ikki skulu hanga framman fyri skermin, tá tað er gott veður at spæla úti, og tað er bara um mamma og babba siga okay, at tey so kunnu hugna sær á emat við til dømis emat-dysten:)

Lopið á støði millum rokninstykkini 1. og 2. flokk er nokk so stórt, men missið ikki mótið um stykkini knappuliga blíva 2-ciftra og nógv ringari... við venjing og góðari hjálp skulu tey nokk øll klára tað:)

Vh Elin

Góðu foreldur


Fríggjadagin 10. juni fara vit til Viðareiðis. Mamma Ellu fer at læra okkum at binda blómukransar. Tað gleða vit okkum til.

Í sambandi við útferðina tørvar okkum hjálp til koyring. Vit eru 27 næmingar, sum skulu koyrast til og frá Viðareiði. Vit koyra norður kl 08.15 og koyra heim frá Viðareiði kl. 11.00.

Tit eru vælkomin at vera saman við okkum á Viðareiði, um tit ynskja tað :)

Vinaliga boða okkum frá í seinasta lagi mikudagin 8. juni, um tit kunnu koyra

Elin (tlf. 788306) og Jónfríð (tlf. 743369)

 

Mai 2022

Vit hava havt eitt sindur um fjøruna í heimstaðarlæru, og hava verið og vitjað lívfrøðistovuna á Skúlatrøð. Har sóu vit nógv ymisk spennandi djór.

Fleiri myndir eru at síggja undir "løtumyndir"

Kunning um áhugaverda verkætlan á Skúlatrøð 
 
Týsdagin tann 5. apríl fara allir næmingar skúlans undir eina verkætlan, har endamálið er at savna pening inn til børn í Ukraina. Við verkætlanini ynskir skúlin eisini at skapa sambond millum næmingar og nærsamfelagið, soleiðis at býurin stendur saman við tí endamáli at hjálpa har, ið tørvur er á hjálp. 
 
Týsdagin verður øll vanlig undirvísing tí niðurløgd. Hendan dagin fara eldru næmingar skúlans til arbeiðis hjá ymiskum fyritøkum í býnum, næmingar í miðdeild fara at tilevna smærri prýðislutir, og næmingar í innskúling fara at syngja fyri eldru borgarum í býnum. 
Dagurin endar sum vanligt eftir tímatalvu floksins.   
 


Hósdagin tann 7. apríl bjóðar skúlin foreldrum, avvarðandi og øðrum til eina kvøldsetu á Skúlatrøð, har møguligt verður at ogna sær ein av ymisku lutunum, sum næmingarnir hava evnað.  
Smærri framførslur verða á pallinum, umframt at Reyði Krossur fer at kunna um týdningarmikla hjálpararbeiðið, sum fer fram kring allan heimin. Eisini ber til at keypa kaffi, the og heitar vaflur, sum næmingar baka. Allur innkomni peningurin fer óskerdur til innsavningina. 
Kvøldsetan verður skipað sum ein hugnalig løta, har til ber hjá fólki at koma og fara, sum ein hevur hug til.  
Dyrnar lata upp klokkan 16, og eru øll hjartaliga vælkomin. Kvøldsetan endar klokkan 20, tá allur innkomni peningurin verður handaður Reyða Krossi.  
 
Verkætlanin verður framd í samstarvi við Reyða Kross Føroyar, Klaksvíkar Vinnulívsráð, Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu.  
 
Um onkur ikki ynskir, at barn teirra tekur lut í verkætlanini, verða tit biðin um at boða flokslæraranum frá hesum.  

Foreldraviðtalur mikudagin 20. apríl og mikudagin 27. apríl

Vinarligið sendið okkum sms, tá tað liggur fyri hjá tykkum at koma á tlf 788306 ella 743369

Um tað ikki liggur fyri til tær ásettu tíðirnar, finna vit eina nýggja tíð.

Vinarliga

Elin og Jónfríð

 

 

 

 

Fyrisøgn

Fyrisøgn er ein "disiplin", sum børnini skulu læra seg og skulu brúka heilt upp til próvtøkurnar í 9. flokki, og tað eru vit nú farin í holt við at venja. Fyrstu nógvu fyrisagnirnar verða tað smáar søgur og seinni orðafyrisagnir.

Fleiri førleikar verða vandir við fyrisøgn, t.d. bindindi, tí tey skulu sita still og lurta. Fakliga venja tey bæði staving og handskrift. Vit leggja dent á, at orðini bæði verða stavað rætt og skrivað rætt og vakurt. Tey vita longu, hvussu tað gongur fyri seg og duga væl vera friðarlig og lurta og skriva.

Heima fáa tit við fyrisøgnini eina uppgávu afturat at stuðla barninum í. Tit hava stóran leiklut, tá ið tey hava fyrisøgn fyri, tí børnini skulu bæði skriva orðini heima og stava tey hart, og tá ið tey stava hart, eru tað tit, sum lurta og rætta og vegleiða. Summi børn klára kanska at minnast orðið skjótt, meðan onnur skulu hava meir tíð og noyðast at stava tey ofta í gjøgnum, áðrenn tað situr. Brúkið tíðina, sum barnið hevur brúk fyri, at hjálpa teimum við at minnast og ansið eftir, at barnið skrivar bókstavirnar á rættan hátt. 

 

Stutt kunning
21-02-2022

Góðu tit

Nú gongur móti ljósari tíðum aftur, og næmingarnir hava verið sera raskir at ganga í skúla henda fyrsta veturin.

Tær grønlendsku læraralesandi, Petra og Pilunnguaq, eru nú farnar heim aftur, og takka fyri tíðina, tær høvdu møguleika at vera saman við okkum. Teimum hevur dámt sera væl, og tað var við vátum eygum, tær máttu siga farvæl við 1.d, Skúlatrøð og við Føroyar. Vit hava lagt nakrar myndir inn undir "løtumyndir". 

Á Skúlatrøð verður ymiskt á skránni í vár so sum fundir og tiltøk, so fylgið væl víð í vikuætlanini, sum tit so óført gera :) 

Vinaligar heilsanir

Elin og Jónfríð

Gloymd klæðir

Skjótt at klæðir samla fleiri klæðir... serliga húgvur og ítróttarklæðir. Tit eru vælkomin í skúlan eftir klæðum, sum barn tykkara hevur gloymt. Tá ið einki navn stendur á klæðunum, er tað ringt hjá okkum at geva til eigaran ;)

Tá vikan er farin, verða tey gloymdu klæðini, sum ikki eru heintað, løgd í "gloymikassan" hjá húsavørðinum.

Góðu foreldur 

 Nú eru vit longu komin inn í seinnu helvt av januar. Tíðin gongur skjótt, og tykkara góðu børn hava verið næmingar í meira enn helvtina av fyrsta skúlaári :)

Vit eru komin hampuliga langt við at læra um tøl og bókstavir. Túsund takk fyri at tit stuðla við at gera heimaarbeiði. Uttan tykkara hjálp er ikki møguligt at læra tey alt tað, sum vit ynskja.

Heimstaðarlæra

Tær næstu vikurnar fara vit í heimstaðalæru at leggja okkum eftir at kenna tíðir. Har eru nógv nøvn og heitir at minnast, og tað krevur venjing við endurtøkum. So nú er gott høvi til at venja heima. Í skúlanum hava vit avmarkaða tíð at hoyra hvønn einstakan seta orð á tað, sum tey vita ella skulu læra. Heimstaðarlæra er bert 45 minuttir um vikuna. Tá tit dømis koyra bil, kunnu tit venja, hvussu vikudagarnir, mánaðirnir og árstíðirnar eita. Og tosið hvønn dag um klokkuna, og nær tit til dømis eta, fara i song, fara upp, fara til ítrótt og annað.

Føroyskt

Nú og fram til føstulávint fara vit at dansa føroyskan dans.  Vit hava verið “uppi á gólvi” og tikið nøkur stev. Vit læra okkum “Nú liggur ein kavafonn tindi á” uttanat til dansin. Tey fáa avrit av sanginum við í postkassan einaferð í næstu viku, so kunnu tit eisini venja heima :)  Tey eru hugagóð og vilja gjarna læra.

"Útiskúli"

Tvær læraralesandi úr Grønlandi eru í starvsvenjing í 1.d. Tær hava flokkin hvønn fríggjadag næstu 4 vikurnar, og tá vera vit úti ein part av degnum. Hetta kalla vit "útiskúli" har dentur verður lagdur á føroyskt, rokning og heimstaðarlæru.

Nógv er hjá tykkum at fylgja við í heima, og tað gera tit til lítar. Takk fyri tað. Sigið okkum endiliga frá, um okkurt er ógreitt í vikuætlanini. Nýggj boð ella broytingar til næsta dag kunnu koma fyri. Um so er, royna vit tó altíð at skriva tað áðrenn kl 18.00.

Vit takka fyri tað stóra álitið, tit vísa við at lova okkum at undirvísa tykkara børnum fleri tímar hvørja viku. Børnini eru sera arbeiðssom og røsk í skúlanum og tíma væl at læra.

Gott vikuskifti

Vinarliga

Elin og Jónfrið

Føroyskt

Smáu bøkurnar, børnini lesa nú, eru lættar. Hetta fyri at tryggja, at barnið er komið í gongd at lesa og kennir bókstavirnar. Orðini/ljóðsamansetingarnar í kassanum eru týdningarmiklar at venja.

Lesið tekstin við barninum og spyr um bókstavirnar ovast á síðunum.

“Gott nýggjár” øll somul.

Vit vóna, tit øll eru komin væl inn í nýggja árið.

Ein nýggjur næmingur er byrjaður í 1.d. Hann eitur Hanus . Vit bjóða Hanusi at vera vælkomnan í 1.d á Skúlatrøð. Vit vóna, at hann kemur at trívast væl í flokkinum.

Í dag er Trettandi, so vit hava hoyrt og tosað um søgnina um “Kópakonuna”- Kalsoynna og Mikladal. Børnini lurta við stórum áhuga – tað er jú ein sera spennandi søgn.

Í ítrótti vóru vit á skoytubreytini. Hóast tað var vátt og vindur, stuttleikaðu tey sær.

Í morgin fara vit út í Grøv at kóka suppu við stormkøki ("sprittkókara") . Børnini mugu verða íklødd eftir veðrinum. Gott um tey hava eyka sokkar liggjandi í skúlataskuni at skifta við, um tey verða vát.

Venja tøl 
Duga at telja upp í 100.
Venjið eisini at:
- kenna navn og hvussu talið verur skriva/lisið.
- kenna mongd, hvussu nógv tað er, og um tað er minni ella størri end okkurt annað tal.

Ítróttur í 1.d - Sí leinkjuna niðanfyri.

ítróttur 1. flokkar 2021 2022.pdf

................................................................................................................................................................................................

Mikudagin 20.  og 27. oktober og hósdagin 21. og 28. oktober eru tit boðin til foreldraviðtalu.

Vinarliga sendið okkum eini boð hvønn dag og klokkan, tit kunnu koma.

Ber ikki til at møta hesar ásettu tíðir, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum báðar, so finna vit eina aðra tíð.

Elin, tlf. 788306 og Jónfríð, tlf. 743369

Pennahúsin

Hetta eigur altíð at vera í pennahúsanum:

  • blýantar (í minsta lagi tveir spískaðir)
  • viskileður
  • lineal
  • blýantspískari
  • saksur 
  • límstift
  • træ litblýantar

Ruddið pennahúsið. Spískið blýantar og litblýantar, og kannið um saks og lím eru har, og at límið ikki er tómt

24/9-2021

Góðu foreldur

Tíðin gongur skjótt og enn ein vika er av.

Næmingarnar eru sera fittir, og vit síggja at tey flestu hvíla nú betri í sær sjálvum. Nógv er at taka atlit til, tá vit eru so nógv saman í eina skúlastovu, men tað gongur í flestum førum væl. Øll duga at vera á sínum plássi og rætta fingurin upp. Tað er ordiliga gott. Tað ger skuladagin nógv lættari hjá okkum øllum.

Tey duga væl at hyggja og at læra av hvørjum øðrum. Men tey ávirkast eisini skjótt, um tey hoyra, at onkur til dømis er svangur ella skal á vesi. Minnist til góðan sunnan matpakka og ein litlan matpakka til fyrsta fríkorter, um tykkara barn verður skjótt svangt - Lat tað vera okkurt lætt, sum man kann hava við sær í hondini.

Tosið eisini heima um at fara á vesi. Ov nógv tíð og orka verður brúkt til at fara á vesi, og har verður ikki farið nóg væl um... Man pissar í vesikummina, vaskar hendur, letur speglið fáa frið, koyrir pappírið í ruskpannina og minnist til at skola niður. Børn vilja eisini gjarna koma til eitt reint vesi, og tí máttu vaskikonunar vaska gólvið eyka væl fríggjadagin, aftaná nokk so nógv úr 1.d høvdu verið á vesi...

Vit ynskja, at øll skulu kenna seg væl her á Skúlatrøð, og hetta skal vera eitt gott stað at: "skapa og læra, spyrja og svara".

Fríggjadagin fingu allir næmingar í 1. flokki ein pakka, sum tit síggja á myndini.

Gott vikuskifti ynskja vit tykkum.

Jónfríð og Elin

Hesar fittu muffins hava vit gjørt í evning, og tey prýða nu skúlastovuna hjá okkum. Í hesum sambandi kunnu vit siga, at fyrsti føðingardagur í flokkinum verður í næstu viku.

Vit minna á, at onki verður bjóðað í skúlanum, men sjálvandi ynskja vit næminginum til lukku á føðingardegnum.

Á foreldarafundinum varð avgjørt, at tá ið føðingardagur er, so bjóða dreingir, dreingjum og gentur, gentum ella øllum í flokkinum, og føðingardagsgávan er 20,00 kr. Hetta kan gerast til góðar løtur og styrkja um trivnaðin millum næmingarnar í flokkinum. Takk fyri :)

Um foreldur ynskja okkurt kunngørt í vikuætlanini, kunnu tit venda tykkum til flokslærararnar.

Gott vikuskiftið

Elin og Jónfríð

Føroyskt

Nú hava næmingarnir fingið sína fyrstu lesibók

Hon er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um.

Í tekstinum eru nógvar endurtøkur. Samanlagt kann bókin við orðum og myndum geva næminginum eina góða uppliving av at hava lisið eina bók.

Støddfrøði

Diggipuzzle.net 

Í støddfrøði brúka vit ofta hesa heimasíðuna til at venja at telja og læra tøl.
Har eru nógv góð ókeypis spøl.
Summi hava ringt við at opna síðuna - tað kann vera vegna kagaran (browsarin), man brúkar.

Føroyskt

Vit hava nú lært bókstavirnar á, l, s, í og ó. Vit arbeiða við bókstavunum, seta teir saman og seta onnur ljóð til. Teimum dámar væl, og tey eru sera spent.

Børnini hava “lesi-apuna”, sum tey hava gjørt, við heim (liggur í mappuni, sum tit hava keypt). Hana fara vit at eisini at brúka til lesing. Tey hava fingïð orðalista fyri til mánadagin.

Við “lesi-apuni” venja vit skjótleika og fimi í at lesa einstøk orð.

Góðu foreldur

Túsund takk fyri foreldrafundin mikukvøldið. Tað er so positivt at møta tykkum øllum. Tað hevur nógv at siga fyri okkum sum flokslærarar.

Á foreldrafundinum vóru tit samd um at hava tveir foreldrabólkar.  Ein heystbólk og ein várbólk. Inni á “foreldrabólkar” síggja tit, hvørjum bólki tit eru í. Sigið okkum frá, um okkurt ikki er í lagi.

Eisini varð avgjørt, at tá ið føðingardagur er, so bjóða dreingir, dreingjum og gentur, gentum ella øllum í flokkinum og geva 20 kr í føðingardagsgávu.

Nú tvær tær fyrstu vikurnar í 1.d eru farnar aftur um bak, kunnu vit siga, at tað hevur gingið væl. Tit eiga sera fitt og arbeiðssom børn. Hetta sær út til at vera ein góður flokkur.

Tit mugu endiliga ringja til okkum, um okkurt er, sum tit ivast í

Gott vikuskifti

Jónfríð Foldbo, tlf. 743369 og Elin Sørensen, tlf. 788306

Góðu foreldur!

So er tann fyrsta skúlavikan liðug. Hóast nógv er at seta seg inn í hjá børnunum, so hevur gingist væl. Børnini hjá tykkum eru bæði fitt og fyrikomandi, og vit hava havt nakrar góðar tímar saman. Vit merkja væl, at tit hava fyrireikað barnið væl til skúlabyrjan.

Hesa vikuna hava vit lært hvønn annan at kenna. Vit  hava vant tey at vera til morgunsang, fara í fríkorter, koma inn tá tað ringir, rudda upp eftir sær, rætta fingurin upp, tosa ein í senn og annað.

Eisini hava vit arbeitt við bókstavinum á. Vit hava tosað um, hvussu hann eitur, og hvussu hann ljóðar. Vit hava tosað um ymisk orð við á í, og skrivað nøkur á á talvuna. Greitt hevur eisini verið frá, hvar í húsinum á býr og hvussu á verður skrivað. Vit hava lært okkum sangin “Dukka mín er blá” og sungið hann nakrar ferðir.

Tá ið barnið fer at gera heimaarbeiði, er týdningarmikið, at friður er, og at tað er ein jalig løta.

Ivast tit í onkrum, sendið endiliga eitt sms ella ringið.

Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti

Vinarliga

Jónfríð Foldbo, tlf. 743369 og Elin Sørensen, tlf 788306

 

Góðu foreldur! 


Vit bjóða tykkum á felags foreldrafund fyri 1. d mikukvøldið 25. august kl. 19.00. Fundurin byrjar í miðhøllini, har sum 1. flokkarnir halda til. Síðani verður farið inn í skúlastovuna hjá flokkinum. 


Skrá fyri fundin: 

Fyrilestur um “fyrstu lesingina” og “góð ráð at læra tøl" 
Lærugreinirnar 
Samstarv millum skúla og heim 
Trivnaður í flokkinum 
Ymiskt 

Vit gleða okkum at vera saman við tykkum á fundinum. 
 
Vinaliga heilsanir 
Elin Sørensen og Jonfríð Foldbo