Vitjan á býráðshúsinum
Mikudagin 06.04.2016 Fóru vit spent norður á býráðshúsið at vitja forvitnusligu framsýningina hjá ALS. Vit fingu so góða og fitta móttøku. Næmingarnir vóru sera áhugaðir í øllum sum var at síggja. Tað var stuttligt at síggja hvussu nógv ein kann gera burtur úr súkklum. Eftir at hava vitjað hesa vøkru og hugflogdu framsýning, sum vit gjørdu í samband við "evning" kom borgarstjórin og greiddi frá. Vit vóru boðin uppá í eitt fundarhølið. Har kundu næmingar seta spurningar og gestablíðni var í hásæti. Borgarstjórin greiddi eisini frá um miðbýin og rennibreytina. Ein sera góður og áhugaverdur dagur. Vit takka fyri at tit vóru so fitt og blíð. 2b Á Skúlatrøð.