27. mai 2016 vóru 6.a og b útferð í Mykinesi

Fríggjadagin vóru 6.a og 6.b á Skúlatrøð útferð í Mykinesi. Vit høvdu ein góðan túr, og veðrið var sera gott. Vit komu til Mykinesar umleið kl. 11 og fóru so út á hólmin, har vit upplivdu avbera friðsælu og vøkru náttúruna. Vit gingu ímillum lundarnar, sum eru í ferð við at reiðrast, og eisini høvdu vit gott útsýni út, har súlurnar reiðrast. Ein fantastiska góður túrur saman við næmingum, lærarum og foreldrum.